Vinnumálaráðið hevur biðið um meiri pengar til Strandferðsluna, so Ternan kann sigla til Nólsoyar og Ritan til Svínoyar og Fugloyar. Gongur tað, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar, fer Ternan at sigla millum Havnina og Nólsoy frá 1. oktober, og samstundis fer Ritan at sigla út til Svínoyar og Fugloyar.
Jóhan Dahl segði undir orðaskiftinum í løgmansrøðuna í gjár, at vinnumálaráðið hevur latið fíggjarmálaráðnum eina umbøn um at fáa ta neyðugu játtanina til broytingina á eykajáttanarlóg fyri september.
Landsstýrismaðurin upplýsti samstundis, at hansara mál er at fara undir at byggja eitt nýtt nólsoyarskip burtur av teimum 100 milliónum krónunum, sum sambært ólavsøkupakkanum skulu brúkast til skipabygging.