Innlendismálaráðið hevur biðið um 5,8 mió. krónur í eykajáttan til útreiðslur av Olshanu-málinum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur biðið um 5,8 milliónir krónur til rokningar, sum Innlendismálaráðið hevur fingið og goldið í sambandi við russiaka trolaran, sum fór á Flesjarnar og sakk.
Við at vísa til neyðrætt, hevur Innlendismálaráðið havt útreiðslur av at basa oljudálkingini frá Olshanu. Millum annað hevur innlendismálaráðið leigað og keypt oljubyrgingar, fingið sakførara at kanna, um endurgjald kann fáast frá teimum, sum áttu Olshanu, og fingið serkøn at meta, hvussu umráðandi tað er at taka alla oljuna úr vrakinum.
Innlendismálaráðið heldur ikki, at tað hevur nakran skund at taka støðu til, um vrakið skal tømast, og tí biður ráðið ikki um játtan til tað í hesum umfari.










