Eykajáttan til oljuskattadeildina

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur biðið um eina eykajáttan á 300.000, ið skal nýtast til at innrætta ein bygning í Klaksvík, sum m.a. skal hýsa oljuskattadeildini

Tey trý starvsfólkini á oljuskattadeildini undir fíggjarmálastýrinum fara í næstum at flyta inn í nýkeypta bygningin í Klaksvík.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur biðið løgtingið um eina eykajáttan á 300.000 krónur. Hesin peningur skal nýtast til projektering av innrættingini av bygninginum, sum liggur niðanfyri sjúkrahúsið á Klaksvíksvegi, har málingahandilin helt til fyrr.
Tað er ikki bara oljuskattadeildin, sum skal halda til í bygninginum, men eisini Almannastovan og Toll- og skattstovan fara at hava sítt virksemi í bygninginum.

Innrættast
Bygningurin skal tó innrættast, áðrenn allir hesir stovnarnir kunnu flyta inn. Almannastovan er longu farin at virka í bygninginum, meðan oljuskattadeildin fer at flyta inn í næstum. Skrivstovurnar eru tó innrættaðar.
Toll og skattstovan er enn í bygninginum á Stongunum, men flytingin verður framd einaferð seinni í heyst.
Karsten Hansen heldur, at tað er umráðandi hjá einum býi sum Klaksvík at hava annað enn fiskiídnaðin at halla seg til, og hann vónar, at tey eisini fáa eitt akademiskt umhvørvi á staðnum. Endamálið upprunaliga var at flyta ein part av almennu umsitingini úr miðstaðarøkinum.
Bygningurin varð upprunaliga keyptur fyri 5,7 milliónir krónur, og hann fer at standa í 10-11 milliónum krónum, tá hann er innrættaður.