Eykagjald við Múrin

Tað verður álagt øllum, sum fara til Múrin at rinda annaðhvørt 20 ella 50 krónur hvønn vegin fyri bæði børn og vaksin við bussi. Hetta kann skjótt gerast eitt dýrt fornøjelsi

VIÐ MÚRIN

Rólant Waag Dam

rolant@sosialurin.fo


Tað er ikki loyvt at koyra til Kirkjabø í hesum døgum, festivalurin við Múrin er í Kirkjubø. Henda trupulleika siga fyriskipararnir seg hava loyst við at hava bussar, sum koyra við pendulfart millum festivaløki, Gomlu Rætt og Badmintonhøllina í Havn.

Fyri at gera dælt av hesum tilboði, skalt tú rinda 50 krónur fyri at koyra úr Havn og 20 krónur fyri at koyra frá Gomlu Rætt. Eitt gjald, sum fyrireikararnir ikki hava lýst við, men tú sum vitjandi skuldi gjalda fyri at sleppa inn.

Hetta hevur fingið sinnið í kók hjá fleiri, tí á henda hátt kann talan gerast um eitt ógvuliga dýrt fornøjelsi.

Hetta merkir, at um eitt foreldrapar fer við trimum børnum og ætlar at vitja festivalin allar dagarnar, so skulu hesi punga út við minst 600 krónum, bara fyri at sleppa inn.