Eykaflogfar til Barcelona

Áhugin millum føroyingar at ferðast til Barcelona er so stórur, at Atlantic Airways hevur gjørt av at flúgva ein túr afturat tl Katlanska høvuðsstaðin. Fráferðin, sum er løgd afturat, verður sunnudagin 26. august úr Føroyum. Hetta merkir í stuttum, at tíðarskeiðið har flogið verður millum Føroyar og Barcelona verður longt við einari viku.

– Vit mugu bara viðganga, at áhugin fyri Barceona er størri enn vit roknaðu við, og tí hava vit gjørt av at flúgva ein tur afturat, so fleiri fáa høvi at flúgva beinleiðis millum Spania og Føroyar, sigur Magni Arge, stjóri.

Tey sum fara við á seinastu ferðini til Barcelona 19. august hava eisini møguleika at uppliva spanskan fótbólt,, tí La Liga við Messi og Ronaldo byrjar um vikuskiftið 18. - 19. august.

– Á seinastu útferðini ber eisini til at seta saman eina ferð við Atlantic til Barcelona og heimaftur umvegis Keypmannahavn, Biillund ella London. Føroysku ferðaskrivstovurnar hava allar sett saman pakkaferðir fyri fólk, sum ynskja at fáa ferðing og gisting í einum pakka, sigur Magni Arge.

(Myndirnar eru frá fyrstu fráferðini úr Vágum til Barcelona)