Sigursharrin í 1-0-sigrinum hjá Víkingi ímóti HB í gjár, Philip Djordjevic, gleðir seg at spæla ímóti KÍ næsta vikuskifti, og tað er ikki einans tí at talan er um eitt satt oddabrak.
- Eg gleði meg altíð at spæla ímóti KÍ, tí tá er man eyka uppsettur, av tí at eg havi spælt har fyrr. Tað verður ein harður dystur, tí bæði liðini liðini eru í góðum formi, sjálvt um vit ikki hava vunnið ímóti teimum í ár. Vit eru serstakliga svangir eftir at geva teimum hevnd fyri finaluna, sigur Philip.
Orðini sigur hann í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eisini avdúkar hvussu hann sær upp á møguleikarnar fyri at røkka FM-gullinum, umframt at hann greiðir frá hvussu tað gongur við at fáa føroyskt pass.










