Aftur í ár hevur seksmannafarið hjá kvinnumanningini á Jarnabardi hevja seg yvir alt og øll. Blái báturin hjá Knørrafelagnum úr Havn hevur vunnið allar róðrarnar seinastu tvey árini, og Vestanstevna gjørdist einki undantak.
Riddarin hevur verið harðasti kappingarneytin hjá Jarnbardi í ár, og hóast báturin var á heimasjógvi leygardagin, megnaði hann ikki at skala Jarnbard, sum endaði heili seks sekund frammanfyri Riddaran.
-Vit vóru eyka uppsettar í dag, tí Riddarin var á heimasjógvi. Tað gekk rættiliga gott hjá okkum í dag, og vit hildu allar avtalurnar, sigur ein brosandi Rannvá Jacobsen.
Leygardagin vann Rannvá sítt triðja meistaraheitið við Jarnbardi. Hon vann føroyameistaraheitið í 2002, 2004 og í ár 2005.
Spurd um Jarnbarndur hevur ætlanir um at taka sær av løttum til ólavsøku, nú føroyameistaraheitið longu er komið í hús, svarar Rannvá Jacobsen:
-Nei slett ikki. Vit halda fram við miðvísu venjingini til ólavsøku, tí tað er minst líka týdningarmikið at vinna á ólavsøku sum at vinna føroyameistaraheitið.








