Orsakað av serliga stórum áhuga hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at leingja tilmeldingina til ?Ung í arbeiði? við einum umfari Tilboðið er galdandi fyri ungfólk í aldrinum 14 til 17 ár. Tilmelding fer fram mánadagin 25. juni frá kl. 09.00 til kl. 12.00.
Meldast skal til við sms á tel.nr. 28 50 00. Sms boðini skulu byrja við ung. Skrivað síðan navn, bústað, kontonummar, telefonnummar og føðingardag
Eisini kann meldast til við telduposti til
tilmelding@torshavn.fo
Tey, sum melda til við telduposti, skulu uppgeva navn, bústað, kontonummar, telefonnummar og føðingardag, sigur Tórshavnar Kommuna í skrivi