Eyka skrá fylgir landsliðnum

Venjarin hjá Start stúrir fyri, at nógvu landsliðsspælararnir hjá honum ikki fara at vera í nóg góðari dystarvenjing, tá ið teir um tíggju dagar koma aftur av landsliðsferðini

ÚTISETAFELAG

Næstu hálva aðru vikuna verður tað friðarligt í fleiri feløgum. Bæði heima á landi og í grannalondunum fara nógvir spælarar at vera upptiknir av landsliðsuppgávum.
Millum feløgini, sum eiga nógvar landsliðsspælarar, er Start. Todi Jónsson kundi havt verið ein av mongu Start spælarunum, sum var á landsliðsferð, men Todi hevur - sum kunnugt - borið seg undan at fara til Ísraels saman við føroyska landsliðnum, sum í dag fer av landinum. Í staðin fer Todi næstu stóru vikuna at fáa nakrar eyka dagar saman við familjuni.
Seks av Start spælarunum eru boðsendir til avgerandi landsdystirnar, sum Noreg skal spæla leygardagin móti Moldova og annan mikudag móti Hvítarusslandi. Harafturat eru aðrir úttiknir til U 21 landsliðið og til onnur landslið.
- Eg ynski, at Noreg skal standa seg væl í HM undankappingini. Men eg eri venjari hjá Start, og mín uppgáva er at gera liðið til meistara. Tað er tí, at eg havi givið mongu landsliðsspælarunum hjá Start eyka venjingarætlan við sær fyri at tryggja, at teir verða nóg væl fyri, tá ið teir koma aftur til Kristiansand annan hósdag, sigur Start venjarin, Tom Nordlie, sum ikki er serliga væl í øgn við norska fótbóltssambandið.
Kappingarskipanin sigur, at Start annan leygardag, tann 15. oktober, skal spæla á heimavølli móti Aalesund. Av tí at Start eigur so nógvar landsliðsspælarar hevur Start biðið um, at dysturin varð útsettur til sunnudagin 16. oktober, men fótbóltssambandið hevur sagt nei, og tað eru teir í Kristiansand alt annað enn nøgdir við.