Eyka megi er neyðug

Eftir fyrstu venjingina hjá landsliðnum fingu vit orð á Magna Mohr, sum er fysiskur venjari hjá A-landsliðnum. Magni hevur millum annað arbeitt við spælarunum hjá Juventus, og tí veit hann helst betri enn nakar annar, hvørjum føroyingar eru upp ímóti, tá teir fara á vøllin leygardagin. Í øllum førum, tá tað ræður um fysiska partin av spælinum.

- Eg var fyri nøkrum árum síðani við til at testa spælarar hjá Juventus, og tey úrslitini hava vit samanborið við spælarar í donsku superliguni. Og her vísti tað seg, at italsku spælararnir vóru eini 30 til 40% betri enn teir donsku, sigur Magni.

- Við hesum meini eg tó ikki, at teir renna tað meira. Talan er um tá tú ferð eftir ferð arbeiðir við høgum intensiteti, og tað er ofta hetta, sum er avgerandi innan fótbólt. Í kilometrum er teinurin á leið tann sami, men spurningurin er, hvussu væl tú hvílir millum spurtirnar.

Og verður tosað um dystin, so leggur Magni afturat, at munurin í tølum kanska er enn størri.

- Tú kanst siga, at í so máta er tað kanska órættvíst móti føroysku spælarunum, tí tað er einki at ivast í, at føroyingarnir í nógv størri mun koma at renna aftan á teimum italsku. Tað gevur enn fleiri háintensar renningar hjá okkara monnum, sigur Magni.

Eitt er tó, hvussu kropsliga styrkin kann mátast. Tað, sum ikki kann mátast – og sum føroyingarnir mugu prógva – er, hvussu nógv tú kanst fara út um egin mørk, tá nóg nógv stendur upp á spæl.

- Tað mugu vit vóna, at okkara megna. Og tað er ein veruleiki at hetta ofta kann bera heilt langt. Eg vil tó siga tað so, at fysiskt er fyrsta og seinasta korterið avgerandi. Fyrstu 15 minuttirnar er talan um eina brádliga møði, sum kemur av at vera undir trýsti. Tann møðin rennur tó avaftur, so um vit vinna á hesari, so er nógv vunnið. Hin møðin kemur móti dystarenda. Rennur ein spælari í tann múrin, sum tá kemur, so er vónleyst at stríðast víðari, sigur Magni Mohr at enda.