Tingmanningin hjá Vinstra hevur júst hildið fund á Christiansborg, men aftan á fundin vildi eingin siga nakað um, hvat tey høvdu tosað um, ella um fundurin hevði gjørt nakra niðurstøðu.
Klokkan 17. 30 danska tíð fer høvuðsstýrið í Vinstra á fund í Odense at viðgera støðuna hjá formanninum, og hvat gerast skal.
Tað er greitt, at í hvussu er átta tinglimir hjá Vinstra vilja hava Lars Løkke Rasmussen úr formansstólinum. Tey vilja hava næstformannin, Christian Jensen, at taka við.
Herumframt hava umboð fyri fleiri valfeløg sagt, at tey vilja eisini hava formansskifti. Tað eru tó fleiri feløg, sum styðja formannin. Ein avgerandi spurningur er, um tey misnøgdu kunnu krevja eyka landsfund í flokkinum. Ein tílík avgerð krevur minst ein triðing av atkvøðunum á fundinum í kvøld.
Summir politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn vænta, at Lars Løkke Rasmussen fer at siga seg úr formansstarvinum á fundinum.