Landsfundur
Á landsfundi Sambandsfloksins varð samtykt ein broyting í reglugerðini fyri flokkin. Talan er um regluna, sum segði, at blaðstjórin á Dimmalætting hevði eygleiðarastøðu í landsnevnd floksins.
Henda reglan er nú strikað.
Helgi Abrahamsen, floksskrivari, sigur, at hetta var ein leivd frá teirri tíðini, tá ið Dimmalætting varð roknað sum málgagn Sambandsfloksins.
Lítlan týdning
- Í praktis fær henda broyting ikki so stóran týdning, tí verandi blaðstjóri á Dimmalætting, Ingi Samuelsen, hevur ta støðu, at hann møtir ikki á hesum fundum kortini, sigur floksskrivarin, sum eisini er skrivari hjá tingmanning Sambandsfloksins.