Seinnapartin leygardagin verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í hondbólti spældar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Hjá kvinnunum er finalan klokkan 13.00 millum Kyndil og Neistan og hjá monnunum klokkan 16.00 millum Kyndil og KÍF.
Dómarar eru settir til báðar finalurnar, og í mun til undanfarin ár, tá ymisk pør hava verið, verða tað Eyðun Samuelsen og Gert Hansen, ið døma báðar finalurnar.
Leygardagin klokkan 18.00 verður steypafinalan í deildini dreingir 18, sum er millum H71 og VÍF, og sunnudagin verða so allar hinar steypafinalurnar hjá teimum yngru avgreiddar soleiðis:
12.50 Neistin a-H71 a (gentur 10)
13.25 H71 b-Team Klaksvík (dreingir 10)
14.20 VÍF-Kyndil a (gentur 12)
15.15 H71 a-Kyndil a (dreingir 12)
16.10 Stjørnan a-Neistin a (gentur 14)
17.25 Neistin a-VÍF (dreingir 14)
18.30 Kyndil a-Neistin a (gentur 17)
19.45 H71 a-Kyndil (dreingir 16)