Eyðun nýggjur tekniskur leiðari í Runavík

Runavíkar kommuna hevur sett Eyðun Petersen í starv sum tekniskan leiðara.

51 ára gamli Eyðun Petersen er nýggjur tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu. Tað boðar kommunan frá á síni heimasíðu.


Runavíkar býráð samtykti á býráðsfundi 25. juni at seta Eyðun Petersen úr Søldarfirði í stav sum tekniskur leiðari. Eyðun tekur við starvinum aftaná Dávid Reinert Hansen.


Eyðun Petersen hevur útbúgving sum byggifrøðingur, og hevur í sínum starvi í Articon ogna sær nógvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir frá stórum føroyskum verkætlanum.


Eyðun Petersen byrjar í starvinum 1. september.