Klokkan hálvgum seks seinnapartin í morgin tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Grikkalandi á Djúpumýru í Klaksvík. Vit hava nóg mikið av góðum spælarum og førleikum til at fara eftir sigrinum, sigur føroyski venjarin, Eyðun Klakstein, í samrøðu við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Mótstøðuliðið hjá føroyska U21-landsliðnum á Djúpumýru í Klaksvík í morgin, Grikkaland, hevur staðið seg væl í undankapping til EM-endaspælið, sum verður í Slovakia næsta summar.
Undan dystinum eru grikkar nummar trý í bólkinum, og kappast við Portugal og Kroatia um at koma víðari, meðan Føroyar eru nummar 4.
– Grikkaland er eitt gott lið, men vit spæla fyri at vinna. Avrikið hjá okkum ímóti Kroatia í farnu viku var gott, men vit iðra okkum eisini um, at vit einki stig høvdu við okkum heimaftur. Í annaðkvøld ætla vit tað øðrvísi, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Í hesari undankappingini hava Føroyar spælt tveir heimadystir, sum báðir hava verið í Klaksvík. Í tí fyrra, sum var ímóti Andorra, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2, meðan seinni dysturin var ímóti Kroatia, sum kroatar vunnu 4-2.
Móti Kroatia sá eina løtu út til, at kroatar fóru at vinna trygt. Men tá eitt lítið korter restaði av dystinum svaraðu Føroyar aftur við tveimum tøttum málum, sum Gutti Dahl-Olsen skoraði, og spenningur kom í dystin aftur. Men í yvirtíðina eydnaðist Kroatia at sláa sigurin fastan.
– Vit hava spælt tveir dystir í hesari undankappingini á Djúpumýru, og tað hava verið góðar upplivingar. Vit hava fingið góðan stuðul frá áskoðarum, avrikini hava verið góð, vit hava skorað fýra mál og vunnið stig, og tí gleða vit okkum til enn ein dyst í Klaksvík. Vit vóna tískil eisini, at nógv fólk koma at stuðla okkum aftur hesaferð, sigur Eyðun Klakstein.
Til dystin móti Grikkalandi í morgin verður venjarin noyddur at síggja burtur frá Gullbrandi Øregaard, Noah Mneney og Eliasi Rusborg, ið allir eru leikbannaðir. Harafturat eru aðrir, ið eru darvaðir av skaðum. Kortini sær venjarin ljóst upp á uppgávuna, ið nú stendur og bíðar.
– Nakað av útskifting hevur verið á U21 landsliðnum hesaferð, men vit eru væl nøgdir við hópin. Vit hava nóg mikið av góðum spælarum og førleikum til at fara eftir sigrinum ímóti Grikkaland. Vit hava eisini fyrireikað okkum væl seinastu dagarnar, og nú skulu vit avrika so væl, at vit kunnu fáa nakað burtur úr dystinum, sigur Eyðun Klakstein at enda.
Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri tey, ið eru 14 ár ella yngri.