Klokkan 17 í dag verður síðsti fótbóltslandsdysturin í Føroyum í 2024 spældur. Tað verður U-21 landsliðið, sum á Tórsvølli fer at spæla ímóti Hvítarusslandi. Tá ið Føroyar 7. september í fjør vitjaðu í Hvítarusslandi, endaði tað við 3-2 sigri til Føroyar. Jørgen Nielsen skoraði fyrsta lítla tíman hattrikk, áðrenn heimaliðið fram ímóti dystarenda tvær ferðir minkaði um munin.
Hetta er síðsti dystur hjá Føroyum í hesi EM undankappingini, og hetta er samstundis síðsti dystur á U-21 landsliðnum hjá fleiri av spælarunum, sum seinastu árini hava verið við til at manna liðið.
Úrtøkan í hesi kappingini er sjey stig – 3-2 sigur á útivølli ímóti Hvítarusslandi, 1-0 sigur á útivølli ímóti Andorra og 2-2 á heimavølli ímóti Andorra.
-Metið er 11 stig, og tað ætlaðu vit okkum at taka. Um vit vinna í kvøld og enda á 10 stigum, so verður tað góð úrtøka, og vit vera eisini nøgdir, um tað í kvøld endar javnt, og vit enda á 8 stigum. Vit vóru tætt við at vinna stig, tá ið vit 5. september vóru í Kroatia og taptu 2-1, og fríggjadagin hildu vit Portugal á 1-1, til tað restaðu tríggir minuttir. Og so var tað ikki, sum tað átti at verið, tá ið tað á heimavølli ímóti Andorra endaði 2-2, sigur Eyðun Klakstein U-21 landsliðsvenjari.
Føroyar hava sjey stig, og Hvítarussland hevur 6 stig. Tí er talan um finalu um fjórða plássið í bólkinum, sum Portugal longu hevur vunnið. Kroatia er næstfremst og Grikkaland er á triðja plássi.
Hann hevur nógvar royndir sum venjari bæði í feløgum og yngri landsliðum. Teimum, sum í kvøld siga farvæl við U-21 landsliðið, hevur hann alt gott at bera:
-Hópurin hevur riggað væl, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Har eru fleiri so mikið evnaríkir spælarar, at teir ivaleyst fara at vinna pláss á A-landsliðnum, har onkrir longu hava roynt seg, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Sammett við fríggjadagin, tá ið Føroyar taptu 3-1 í Klaksvík ímóti Kroatia, so er miðvallarin Heini Sørensen ikki tøkur í dag. Hann noyddist fríggjadagin av vøllinum við heilaskjálvta. Áski D. Samuelsen, ið fyri stuttum er komin fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg, var ikki við ímóti Kroatia. Hann er í hópinum í dag.