Flaggdagshald verður við býráðshúsið í Saltangará flaggdagin, 25. apríl klokkan 15. Tað verður Eyðun Christiansen, sum fer at halda røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla. Runavíkar kommuna veit at siga, at til skrúðgonguna verða ítróttarfólk og skótar biðin um at møta við Posthúsið klokkan 14.30. |