Tað var vorðið sum óvæntað úrslit, tá ið Eyðun Nolsøe í fyrsta umfari í talvi fyri einstaklingar vann á meistaranum, Høgna Egilstoft Nielsen. Í fjør skrivaði Høgni søgu oman á søgu, tá ið hann vann FM. Hann var yngsti føroyameistarin nakrantíð, og hann var tann fyrsti nakrantíð at vinna FM við fullum stigatali.
Tað kann væl vera, at Høgni E. Nielsen fer at endurvinna FM heitið. Longu eftir fyrsta umfar er tað greitt, at hesaferð verður tað ikki við fullum stigatali. Í fyrsta umfari vann Eyðun Nolsøe við hvíta fólkinum á Høgna E. Nielsen. Styrkistalið hjá Høgna er 2311, og hjá Eyðuni er tað 2164.
Eftir Høgna er tað Rógvi Egilstoft Nielsen, sum eigur hægsta styrkistalið. Í dag vann Rógvi við hvíta fólkinum á Herlufi Hansen. Martin Poulsen, sum hevur vunnið FM fýra ferðir, vann við svarta fólkinum á Heiðriki T. Jacobsen. Hans Kristian Simonsen vann við svarta fólkinum á Finnbjørn Vang.
Burtursæð frá sigrinum hjá Eyðuni Nolsøe var mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari, at Andrias Danielsen við hvíta fólkinum vann á Ólavi Simonsen. Styrkistalið hjá Andriasi er 1745, og hjá Ólavi er tað 2174.
Annað umfar verður í morgin klokkan 15.00:
Høgni Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen
Herluf Hansen – Heiðrikur T. Jacobsen
Ólavur Simonsen – Rógvi Egilstoft Nielsen
Hans Kristian Simonsen – Andrias Danielsen
Eyðun Nolsøe – Finnbjørn Vang