Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Sunnudagin 21. Januar letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við verkum hjá Eyðun av Reyni

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 18. februar 2024.

 

Fernisering verður sunnudagin 21. januar 2024 klokkan 16:00.

 

Framsýningin kann vitjast yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00.

 

Hjartaliga vælkomin