Ein margháttlig støða, nú borgarstjórin í Klaksvík nærum sigur seg verða ósamdan við seg sjálvan. Og tváar seg sjálvan í máttloysi.
Er hetta arbeiðshátturin hjá nývalda borgarstjóranum Klaksvík, at nýta sítt vald til at atkvøða og avgera uttan ábyrgd? Tað eru nokk fleiri ið klóra sær aftan fyri oyra, nú borgarstjórin alment letur okkum vita, at hann hevur latið seg trýst til at nýta sína fólkavaldu ábyrgd.
Lat meg gera tað púra greitt, slíkt ábyrgdarloysi hugar mær ikki! Tað eru teir politikarar, ið taka við ábyrgd og og standa við sína ábyrgd, og so eru tað hinir, ið sveima millum "opportunistiskt" ábyrgdarloysi og tómar avgerðir. Borgarstjórin letur sínar veljarar og føroyingum annars vita, eg siteri: "tað eru mál framd sum eg persónliga havi verið harðliga ímóti, men sum eg bleiv trýstur til at atkvøða fyri".
Hetta gevur okkum eina fatan av, at her er ein politikarar, ið hevur telvað skeivt, og sum síðan metur, at hann sleppur leysur við at tváa sínar avgerðir á "onnur".
Er tað so, at Borgarstjórin hevur skift kós, og hevur broytt sín hugsunarhátt í ávísum málum, so er hetta ein støða, ið ikki er ókend í politikki. Tað vildi verið at víst ábyrgd at latið okkum í Klaksvíkar býráð vitað, um tær avgerðir, ið tú kemur at taka í býráðnum verða tváaðar á onnur, um tú skuldi fingið kaldar føtur, ella ein hugsunarbroyting skuldi stungið seg upp!
Góði Jógvan, ein hugsunarbroyting kann gerast við stíli, og kann enntá vísa persónliga styrki, meðan ábyrgdar undanførsla og politisk tváan er beinleiðis skaðilig og leggur ikki lunnar undir positivt framtíðar samstarv og stabilitet.
Eyðstein Poulsen
Býráðslimur - Klaksvík