Seinnapartssendingin hjá Rás2 fekk orðið á Eyðstein Poulsen frá Føroya Sjómannadegi fyrr í dag.
Eyðstein Poulsen væntar ikki, at tað fer at skala stóra tiltakinum, at tað verður flutt av eystaru vág, og yvir á vestaru vág í Klaksvík. Eyðstein staðfestir, at tað hevur verið leingi umrøtt, og nú skal tað so roynast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Eyðstein Poulsen greiða frá mongu tiltøkunum, sum verða á skránni í kvøld og teir komandi dagarnar, har leygardagurin fyllir serliga nógv í skránni.