Eydnuríkir tónleikabólkar vísa fram hugnaligt tiltak á Vaglinum

TíÐindaskriv

Í dag verður langur leygardagur í miðbýnum í Havn, og í hesum høpi hevur TÚ møguleikan at fáa ein fantastiskan seinnapart niðri á Vaglinum saman við ungu tónleikabólkunum Speaker og 48 pages. Teir fara at selja køkur, kaffi o.a. fyri at gera tín túr í býnum so hugnaligan sum gjørligt. Umframt hetta fara bólkarnir at framføra eitt sindur av sínum góða tón-leiki, um veðrið er til vildar. Tiltakið fer av bakkastokki um kl. 14.00. Sum kunnugt fara báðir nevndu bólkarnir til Íslands í juli mánaði, og er hetta tiltakið ein liður í at fáa pening til vega til túrin.
Afturat hesum kann nevnast at seinni leygarkvøldið, kl.22.00 verða trý nýggj ljós trendrað í Margarinfabrikkini. Teir, ið hesuferð framføra, eru Side Effect, Lama Sea og The Story Ends. Øll eru vælkomin.