Eydnuhjólið hjá áhugafelagnum hjá MB, sum vera skuldi í oktober, varð av ymsum orsøkum útsett, og verður í staðin sunnudagin 7. december.
Tiltakið verður í Bygdarhúsinum í Miðvági og byrjar klokkan 17.00 seinnapartin. Hetta er árligt afturvendanti tiltak, sum áhugafelagið skipar fyri. Peningurin, sum kemur inn, fer til viðlíkahald av MB húsinum og fótbóltsvøllinum, siga fyrireikararnir.
Umframt sjálvt eydnuhjólið verður eisini lutaseðlasøla, har vinningarnir millum annað eru 500 litrar av olju, føroysk krov, lampa, ræstur fiskur og ikki at gloyma karamellurnar, sum eru eitt »must« hesa árstíðina.
Møguleiki verður eisini at keypa sær ein kaffimunn - ella te um ein vil tað - við rís a la mande afturvið.
Tá tiltakið byrjar klokkan 17.00 fara Valdemar á Løgmansbø og Eivind á Presttrøðni at syngja og spæla.