Skírisdag í 2018 var fyrsta venjing hjá Eydnudeildini í Føroyum

Eydnudeildin fimm ár á baki

Skírisdag í 2018 var fyrsta venjing hjá Eydnudeildini í Føroyum.

Skírisdag í 2018 var fyrsta venjing hjá Eydnudeildini í Føroyum

Fyrrverandi danska hondbóltsstjørnan Rikke Nielsen, hevði verið í Føroyum í samband við steypafinalu vikuskiftið í februar 2018. Hon helt millum annað fyrilestur um Lykkeliga, sum hon var við at seta á stovn.

 

Rikke eigur tríggjar gentur, harav eina við down syndrom. Rikke ynskti, at Magda skuldi hava somu møguleikar sum systrarnar at venja hondbólt.

 

Lykkeliga hevur verið sera væl eydnað – fyrst í Danmark, men nú eisini í Føroyum.

 

– Vit fingu føroyska navnið Eydnudeild. Síðan 2018 hava vit vant regluliga einaferð um vikuna alt árið. Nú eru heili trý lið í Føroyum. Lundapisurnar venja í Kollafirði, Svanarnir í Vági og nýggjasta liði Músabróðir venur í Klaksvík, skrivar Eydnudeildin í tíðindaskrivi.

 

Hvørja viku hava umleið 40-50 børn og ung, sum ikki megna at spæla við vanligu ítróttarfeløgunum, møguleika at venja hondbólt og ikki minst at verða partur av einum positivum felagskapi, sum tekur støði í teirra førleikum.

 

Tað skal verða stuttligt, børnini skulu hugna sær, børnini skulu hava kensluna av, at tey megna nakað. Hjá meginpartinum av hesum stjørnum er hetta hæddarpunktið í vikuni.

 

Vinabond eru skapt – bæði hjá stjørnunum og eisini systkjum.

 

Foreldur og systkin eru sjálvandi vælkomin til okkara venjingar.

 

Foreldur hava stóra gleði at netverka og hugna sær saman við øðrum foreldrum, sum eru í somu støðu.

 

Systkin spæla við systkin, sum skilja støðuna at hava eitt serligt systkin.

 

Hvørjaferð tað er skírisdagur, hátíðarhalda vit føðingardag.

 

Í ár hátíðarhalda vit dagin í Klaksvík.

 

38 stjørnur frá Svanunum, Lundapisunum og Músabrøðrunum møtast á middegi í Klaksvík saman við systkjum og foreldrum og venjarum. Tilsamans verða vit 160 fólk,s krivar Eydnudeildin í tíðindaskrivinum.

 

– Ja, stjørnur duga at hátíðarhalda føðingardagar.

 

Vit byrja við spæli og felags hondbóltsvenjing.

 

Eftir venjingina fáa børnini frukt, og so beint yvir í svimjihøllina, sum sjálvandi letur høllina upp, tá stjørnur hava føðingardag.

 

– Tá vit hava hugnað okkum í svimjihøllini, møtast vit til ein felags døgurða.

 

Eftir at hava sungið føðingardagssang eini tríggjar, fýra ferð, klemmast og givið high-five og sjálvandi tikið liðmynd, so takka vit fyri dagin og ynskja gleðiligar páskir, skrivar Eydnudeildin.

 

 

 

 

 

Skírisdag í 2018 var fyrsta venjing hjá Eydnudeildini í Føroyum