Aftur í ár skipar Sunda Róðrafelag fyri kvinnukvøldi í Eydnuni á Oyrarbakka, og kvøldið í ár verður sunnukvøldið 11. mars klokkan 17.
Ein fjølbroytt og forvitnislig skrá er løgd fyri kvøldið, har eitt av evnunum er samrøða við Anniku Ró um tað at skifta kyn. Jacoba Kruse fer eisini at hugleiða um kvinnuna, og skemt verður við Pipar & Salt.
- Tónleikur verður við Guðrun Sólju, og eisini verður mótaframsýning við veitslukjólum. Á kvøldinum verður lætt ábit og leskandi frá Okkara, siga tey, sum fyriskipa kvinnukvøldið á Oyrarbakka.