Hvussu heldur tú jól í ár?
Eg haldi jólaaftan í ár eins og vant - nevniliga heima. Eg haldi tað vera so praktfult, at heimið er karmur um hendan dagin, sum børnini síggja so nógv fram ímóti. Og tað skal vera akkurát á sama hátt hvørjaferð. Morgun við jólamonnum, sum tosa við børnini, og seinastu stákanini við matinum. So at pynta okkum, í kirkju, út á kirkjugarðin, kanska kemur jólamaðurin inn á gólvið - og so gás frá verfaðir og dunnu, jólagreyt, mandlugávu - og so, endiliga.. pakkar! Viðhvørt er onkur saman við okkum, viðhvørt eru vit einsamøll. Men vit eru altíð heima. Jóladag fara vit í føðingardag hjá guddóttrini, og so fara vit til verforeldrini við Norðskála annan dag til ræst kjøt - saman við allari familjuni har norði frá. Tað er so fantastiska hugnaligt.
Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini?
Jólini snúgva seg bara um siðvenjur og hvat man plagar. Tá tú ert barn, heldur tú, at jólini eru nakað, sum ER. Men tá tú gerst vaksin, skilir tú, at jólini eru nakað, sum man GER. Hjá okkum byrjar tað 22. november, tá pápi hevði havt føðingardag, og mamma bjóðar ræst kjøt og gevur øllum jólagávurnar frá sær. So hava vit eina árliga familju-marcipangrísakapping, sum er øgiliga stuttlig. Svigerinnan plagar at bjóða til holukøkur, jólagreyt og gekkaspæl eitt fríggjakvøld í desember. Og her heima eru tað køkuhús, heimagjørdar jólagávur frá gentunum, jólafilmar og nógvar søgur, meðan kalendaraljósið brennur. Eg má eisini út í kirkjugarðin hvønn dag um jólahalguna fyri at heilsa uppá og tendra ljós. Og so er tað 2. dagur hjá verforeldrunum.
Men fyri meg hongur sanni jólafriðurin saman við kirkjugongdini jólaaftan. TÁ gerst ikki meiri, og tá kemur friðurin og undranin um jólasøguna, sum heldur á at vera viðkomandi og seta alt í perspektiv. Og so elski eg jólasálmarnar, og tá øll at enda syngja Gleðilig jól, og ljósu, spentu barnarøddirnar syngja hart við. So tað raðfesti eg! Og jólaboðskapurin setir veruliga alt í perspektiv, haldi eg. Tá eg dekki jólaborðið seint tollaksmessukvøld, hugsi eg um hvønn einstakan, sum eg dekki til. Um tey, sum nú mangla. Og um nakar man fara at mangla komandi ár. Um eg sjálv yvirhøvur verði her komandi ár. Tað ger meg takksama um tað, sum er - og um alt tað góða, sum var. Men eg gráti tá eisini um tey, sum eg sakni. Tað er eitt sindur bannað at gráta á jólum, men man má geva tárunum pláss eisini, tí tá tú hevur mist, verður ein partur av jólunum altíð svárur.
Hvat er minni umráðandi, og hvat er tvætl?
Eg vil til eina og hvørja tíð heldur seta meg at lesa søgur ella klippa við gentunum, enn at vaska húsini upp og niður til jóla - ella at renna til øll møgulig tiltøk, sum følast stressandi Eg sorteri við harðari hond í desember, og tað, sum vit gera, skal vera gott.
Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár?
Jólaaftan eru vit altíð heima, so tað verður, sum tað plagar. Eg vóni bara, at eg sleppi í kirkju jólaaftan - og at øll familjan kann savnast við Norðskála 2. dag, sum vit plaga.