Ein listaframsýning hjá Eydnu Kjelnæs letur upp í Leikalund í Klaksvík týsdagin 3. august. Eydna Kjelnæs er fødd 1949 í Klaksvík. Hon hevur búð í Danmark síðani 1970. Umframt at hon hevur havt fleiri framsýningar í Danmark, hevur hon eisini havt framsýning í Kunningarstovuni í Klaksvík.
Fernisering verður týsdag 3. august frá 16-19. Listaframsýningin heldur fram yrkadagar somu tíðir sum opið er í Leikalund allan august mánað.