Tað eydnaðist ikki Kyndli at binda um, hóast útlitini vóru góð. Heimaliðið stevndi móti sigrinum og var framman fyri við tveimum málum, tá farið varð undir seinastu 10 minuttirnar av dystinum. Tað gekk hinvegin illa í hond at fáa bóltin í málið hjá VÍF. Gestirnir gagnnýttu støðuna, skeyt tvey mál afturat, og so býttu liðini bara stigini millum sín.
Tað var ikki væntað frammanundan, at kvinnurnar úr Vestmanna skuldu standa Kyndil kurl. VÍF hevði bara fingið stig móti botnliðnum StÍF undan vitjanini í Havn. Tað var tískil fyrstu ferð, at VÍF fekk stig móti einum liði, sum er omanfyri á stigatalvuni.
Gestirnir úr Vestmanna løgdu bragdligari fyri hesaferð. Tær vóru á odda 6-3, tá fyrri hálvleikur var mest sum hálvrunnin. Tá fekk heimaliðið ferð á, og restina av dystinum togaðust liðini um leiðsluna. Kyndil var við yvirlutan, men VÍF rann treyðugt aftaná.
Randi S. Wardum, Kyndil, var toppskjútti við sjey málum.