Eftir eina heldur trilvandi byrjan uppá kappingina í Aberdeen, vístu føroysku dreingirnir í dag veruliga síni evnir ov vunnu sannførandi 6-2 á skotska liðnum Middlefield BC.
Málini hjá Føroyum skutu Ragnar Tausen, Brandur Olsen og Rasmus D. Sørensen, sum skoraðu tvey mál hvør.
Sigurin á Middlefield hevur við sær, at føroyska U15 liðið endar á triðja plássi í bólkinum og skal sostatt leika plaseringsdyst um fimta plássi í morgin ímóti liðinum, sum gjørdist nummar trý í hinum bólkinum.










