Tað eru søguliga orsøkir til, at júst 13 verður mett sum óeydnutal.
Gjøgnum 12. og 13. øld høvdu tempulriddararnir vunnið sær eina ráðandi støðu í Europa. Við vælsignilsi frá pávanum, stórum gávum frá kongastættini og góðum sambandi við bæði jødar og muslimar høvdu teir vunni sær somikið av jørð og valdi, at hetta eisini skapti mikla øvund.
Hvør orsøkin var til hetta, er enn ógreitt, men líka frá søguni um Kong Arthur og umvegis Holy Blood - Holy Grail, the last Knight og DaVinci Code verður dúgliga hugleitt um hetta.
Hvussu var og ikki, so syrgdi Filip 4. – Filip tann vakri – av Fraklandi fyri, at hetta fekk ein bráðan enda.
Hann skyldaði ovurhonds upphæddir til tempulriddararnar, sum eisini vóru framúr hermenn. Ta einu ferðina noyddist hann enntá at leita sær olmussu hjá teimum, tá hann flýggjaði undan uppreistrarsinnaða pøblinum.
Men við snildi fekk hann kortini steðga valdinum hjá tempulriddarunum. Við miðvísum lobbyarbeiði fekk hann Clemens V í pávasessin. Helst eftir at hava myrt bæði Bonifacius VIII og Benedikt XI.
Nýggi pávin hevði nógv at takka Filip kongi fyri, og tí kundi hann illa annað enn eftirlíka kravinum um, at tempulharrarnir skuldu beinast burtur. Millum annað við heiðinskapi sum grundgeving.
Fyri at eingin skuldi gruna ilt var neyðugt, at atsóknin varð framd í einum samskipaðum átaki kring alt Europa. Boð vórðu givin frá kongi í seglaðum brævbjálvum, sum ikki máttu latast upp fyrr enn um morgunin tann 13. oktober í 1307 – ein fríggjadag.
Enn eru ymiskar fatanir, um tað veruliga eydnaðist kongi at beina fyri tempulharrunum. Og eitt nú verður í Holy Blood – Holy Grail hildið fast um, at Prieuré de Sion í Fraklandi enn ansar eftir loyndarmálum teirra. Nakað sum granskarar tó hava ilt við at taka í álvara.
Men undir øllum umstøðum markeraði dagurin ein ræðuleika av slíkum slag, at fríggjadagur 13. enn verður roknaður sum størsti óeydnudagurin av øllum.