Eyðvør Klakstein og liðfelagararnir í CD Marino rukku í dag rættiliga óvæntaðum úrsliti í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini.
CD Marino, sum liggur nummar 9 av 14 liðum í deildini, spældi á útivølli ímóti suverena toppliðnum, Logrono, sum áðrenn dystin hevði vunnið 21 av 23 dystum og ongan dyst hevði tapt. Málmunur á 71-14 undirstrikaði eisini, at Logrono er nógv tað sterkasta liðið í deildini og ætlar sær upp í bestu deildina.
CD Marino spældi væl í dag, og tað eydnaðist Eyðvør og teimum at røkka javnleiki og harvið at hava eitt stig við sær til hús aftur. Úrslitið var 1-1. Málið hjá CD Marino var sjálvmál. Eyðvør var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og hon hevði fleiri royndir móti málinum í tætta og spennandi dystinum.
Nú eru tvey umfør eftir at spæla í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini. Næsta vikuskifti er frívikuskifti, og síðani skulu Eyðvør og tær spæla á heimavølli ímóti Ardoi og á útvølli ímóti Eibar.









