Eyðun: Vit mugu læra at vinna aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B36 ásannar, at tað er stong út fyri tíðina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein aftaná 1-2 tapið hjá B36, har B36 spældi við einum manni fleiri á vøllinum størsta partin av dystinum, og hartil brendi nógvar málmøguleikar.

 

Eyðun Klakstein ásannar, at tað er stong út fyri tíðina hjá B36, og hann heldur, at liðið má læra at vinna dystir aftur. Seinasti sigurin var 16. mai, tá B36 á heimavølli vann 3-1 á B68. Eyðun Klaksstein ásannar eisini, at tað var frustrerandi at síggja sínar spælarar brenna nógvar málmøguleikar, serliga í fyrra hálvleiki, og so tað B36 eftir hansara tykki átti at verið á odda við tveimum ella trimum málum, so fær NSÍ eitt brotsspark og eina 1-0 leiðslu í steðginum.

 

Tróndur Arge og Eyðun Klakstein komu eisini inn á uppgávuna B36 hevur í Champions League undankappingini, har FC Valetta úr Malta bíðar á útivølli komandi týskvøld. Eyðun Klakstein er tó glaður um, at liðið fer av landinum longu fríggjamorgun, og verður frammi fríggjakvøld, so hópurin kann venja seg við heita veðurlagið í nakrar dagar, og sostatt verða betri fyri til dystin, har endamálið verður at fáa eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin, sum verður á heimavølli 5. juni.