Leygarkvøldið 1. Oktobur bjóðar Føroyahúsið til livandi tónleik við Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Terja Rasmussen.
Føroyahúsið í Keypmannahavn bjóðar javnan til føroyskan tónleik, og hesaferð er tað so teir tríggir, Eyðun, Terji og Kim, sum standa fyri undirhaldinum.
Í Føroyum eru teir hvørt vikuskiftið at síggja í náttarlívinum kring landið, og nú fara teir so til Danmarkar at spæla fyri útisetum har.