Eyðun Ásason hevur seinastu árini gjørt vart við seg, sum ein tann best umtókti barrsangarin í Føroyum, leygarkvøldið fer hann at hava eina heilt serliga framførslu í heimbygdini Eyðun Ásason hevur fortíð í rokkbólkinum MC-Hár, har hann m.a. var við til at syngja bólkin í Prix Føroyar finaluna í 2003. Men hevur síðan í duounum Eyðun og Jónas og Eyðun og Neil gjørt um seg í barrumhvørvinum serliga í Havn. Leygarkvøldið verður Eyðun 30 ár, í hesum sambandi fara hann og Neil á pall í pubbini á Tvøroyri.