Eyðun á Rógvi 60 ár

Hin 30. oktober fylti Eyðun á Rógvi 60 ár.

Eyðun er mest kendur sum stjóri fyri Líkningarráð Føroya og Føroya Sparikassa, men lívið hjá Eyðuni hevur eisini verið annað enn tøl.
Lívsleiðin hjá Eyðuni byrjar í Sjóvarbø í Vestmanna, haðani hann er ættaður. Sum tann yngsti av fimm systkjum - og sum tann einasti drongurin í flokkinum - varð Eyðun borin í heim í 1943. Pápi Eyðun, Meinert Olsen, ættaður úr Skálum í Vestmanna, doyði longu tá Eyðun var smádrongur. Mamman kallaðist Gullborg á Rógvi. Hon hevði í nógv ár kiosk í Vestmanna. Gullborg doyði í 1990.
Sum sekstan ára gamal fór Eyðun úr Vestmanna. Leiðin gekk til Sorø Akademi kostskúla á studentaskúla. Eftir lokið studentsprógv, átti Århus og búskaparfrøðin næstu árini hjá Eyðuni. Í Århus var hann millum annað við til at seta føroyingafelagið í býnum á stovn. Í 1972 kundi hann seta cand.oceon afturat navninum. Sum so mangur annar legði hann leiðina til Føroya. Fyrsta starvið var fíggjarstjóri hjá Poul Hansen heilsølu. Àrið 1972 var eisini tað árið, tá Eyðun gekk í hjúnalag. Í Århus hitti hann Sunnevu Dalsgaard, og tey bæði giftust í Vestmanna í februar 1972, og hava tey verið gift í 31 ár.
Tey bæði fingu sítt fyrsta barn í 1973, og hetta árið fór Eyðun eisini í starv sum stjóri fyri Líkningarráð Føroya, sum seinni gjørdist onnur helvtin av Toll- og Skattstovu Føroya.
Hetta starv røkti Eyðun til 1985, tá boð vóru eftir honum at gerast partur av leiðsluni í Føroya Sparikassa. Hann byrjaði sum varastjóri, men tók seinni við sum forstjóri. Eyðun stjórnaði Føroya Sparikassa gjøgnum tungu kreppuárini miðskeiðis í hálvfemsunum til 1999, tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur og ikki kundi halda fram í starvinum.
Eyðun hevur eisini partur av ymsum nevndum. Millum annað var hann formaður í Ráfiskagrunninum í sjeytiárunum.
Sum vestmenningurin er ikki løgið, at Eyðun hevur stóran áhuga fyri jørð og seyði. Hann eigur jørð í Neshaga og Ùtihaganum á Bjørgnum í Vestmanna. Nógva tíð og orku nýtir hann til seyðin, og eitt nú í lembingini vitjar hann mestur meira enn einaferð dagliga í Vestmanna.
Við fleiri ára royndum er Eyðun vorðin royndur pensjónistur, og hann er millum annað vorðin ein habilur bridgespælari.
Eyðun og Sunneva eiga børnini Kára, 30 ár, Elina, 27 ár, og Hera, 21 ár.