Konsert verður við Eyðun Nolsøe og Tróndi Enni á Segloftinum fríggjakvøldið 29. januar kl 21:00, har teir m.a.framføra nýggj løg. Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 29/1, verður konsert við teimum báðum Eyðun Nolsøe og Trónda Enni á Segloftinum. Teir framføra egnan tónleik í umleið hálvan annan tíma. Talan er um nýtt og gott gamalt tilfar. Teir hava nýliga framført í Leikalund í Klaksvík og eydnaðist tiltakið stak væl. Fyrireikarnir lova eitt rimmar kvøld við góðum tóneiki og einum upplagdum møguleika hjá suðuroyingum at koma út at hugna sær.