Eyðun og Terji við nýggjari fløgu

Nýggj fløga á veg

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen arbeiða í løtuni við ger av einari nýggjari fløgu. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst, hvat slag av tónleiki talan verður um, men hinvegin verða vit vallað vónbrotin, tá talan er um tveir somikið frægar tónleikarar og sangskrivarar. Eyðun verður annars at hoyra her heima seinast í oktober mánaði, tá hann saman við restina av frændunum og Føroya Symfoniorkestri skal vera við til framførsluna av stóru rock symfoniini, sum verður í Norðurlandahúsinum.