Í Føroyum eru teir kendir, sum besti barrbólkur, eingin dugur sum teir við kassagittara og sangi at fáa lív í eitt heilt vertshús, hetta vikuksiftið koma Eyðun & Neil til Keypmannahavn Tvøramennirnir Eyðun Ásason og Neil Joensen hava spælt nógv og væl á føroysku pubbum seinastu árini, og hava eina spæliskrá, ið fevnir frá Uriah Heep til Sildavalsin. Her fyri vóru teir í Hetlandi og spældu, og har sigst eisini, at gott lív var í. Men fríggjakvøldið og leygarkvøldið fær Skarv vitjan av teimum báðum.
Eyðun Ásason er beiggi Guðruna Sólju Jacobsen, og sambært Edmund Sofus Jacobsen, so er tað ikki lítið sannlíkt, at Guðrun eisini traðkar upp á pallin á Skarv í vikuskiftinum. Guðrun er annars bundin av øðrum undirhaldið aðrastaðni, men hetta er á Sæland, so kanska støkkur hon inn á gólvið til beiggjan, tá hitt er liðugt, sigur Edmund.
Skarvurin húsar livandi tónleik hvørt leygarkvøld og eru nógvir føroyingar, ið koma á gátt, bæði útisetar og føroyingar, sum eru niðrið í frítíð ella ørindum.
Livandi tónleikurin á Skarv byrjar um miðnáttarleitið bæði kvøldini.