Eyðun og Ingi á pall á Skarv

Leygarkvøldið verður aftur livandi tónleikur á Skarv, aftaná at Skarv hevur ligið í vetrardvala í tríggjar vikur.Eyðun Nolsøe og Ingi Isaksen standa fyri tónleikinum Teir báðir borga altíð fyri einum góðum kvøldi á Skarv, og hava teir fylt Skarv hvørja ferð teir hava spælt har. Á skránni verða sangir , sum teir hava spælt í bólkum sum Frændir, Millum Frændur & Dynamit, umframt at teir fara at spæla coverløg og føroyskar landaplágur. Eitt repetoir sum røkkur til tann ljósa morgun.