Um eina viku fara teir báðir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen á sína fyrstu uppgávu sum altjóða dómarar. Eitt heiti, sum teir ognaðu sær í summar, tá altjóða eygleiðari var í Føroyum í sambandi við venjingardystirnar hjá hondbóltslandsliðunum móti Íslandi.
Dysturin, sum teir báðir skulu døma, er í øðrum umfari av Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar, og er talan um dyst millum norsku og Kypriotisku steypavinnararnar. Teir báðir vóru annars eisini og dømdu í Aalborg, tá Nøvling-Cup var á skránni herfyri. Sum skilst, so vóru nakrar misskiljingar tá íkomnar, soleiðis at teir báðir tveir teir fyrstu dagarnar dømdu dystir, sum lítið og einki høvdu upp seg, men sum kappingin leið, fingu teir tó tillutað alt størri uppgávur. Og skoðsmálið frá starvsfeløgunum har var, at teir skuldu vera meira enn væl komnir aftur, um teir høvdu hug at aftur, tá nýggj kapping er á skránni um eitt ár.