Eyðun og Andreas á hægsta støði

2011 gjørdist árið, har Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen fingu sítt veruliga gjøgnum­brot í al­tjóða hond­bólti. Føroyska dómara­parið er nú á altjóða A-støði, og sæst tað eisini aftur í dystunum, sum teir hava fingið sum uppgávu at leiða. Nevnast kunnu stór­feløg sum HSV Hamburg, SG Flensburg-Handewitt, Lemgo, Besiktas, Benfica og Dukla.

Stórfeløg
Í mars fingu teir helst sína lívs uppliving, tá ið teir skuldu døma Champions League-dystin millum týska stór­felagið SG Flensburg-Handewitt og HC Bosna Sarajevo. Hetta var seinasti dystur í bólkaspælinum, ið varð spældur í risa stóru Campus­halle, sum rúmar ikki færri 6.500 áskoðarum. Ein stór um­broyt­ing hjá føroysku dómar­unum, sum eru vanir at renna í hallunum kring oyggjarnar.
Tvær vikur undan hesi stóru uppgávuni høvdu teir eis­ini eina væla uppgávu at taka sær til. Tá dømdu teir somu­leiðis týska liðið Lemgo ímóti turkiska Besiktas.

Góð ummæli
Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen hava annars mest gjørt seg galdandi í EHF-Cup, sum er ein kapping eitt støði niðanfyri Champions League. Eitt nú dømdu teir dystin ímillum Nordsjælland Håndbold og Dukla. Danska blaðið, Nordkysten.nu, gjørdi eitt sindur burturúr, at tað var nakað so sjáldsamt sum eitt føroyskt dómarapar, ið dømdi dystin. Frá blaðnum fingu teir báðir rós:
– Teir greiddu uppgávuna til UG. Harða spælið, sum annars ofta er at síggja í Evropa, var einki at síggja til, skrivar danska blaðið.

Avboð til finalu
Tað, at teir báðir eru á ávegis einari leið á hægsta støði í altjóða hondbólti, varð sligið fast, tá ið teir í mei-mánaða fingu tillutað finaluna í Challenge Cup ímillum portu­gisiska Benfica og slo­venska Cimos Koper. Stutt framan­undan gjørdist Eyðun Samuelsen tó skaddur í triðja finalu­dystinum ímillum Stjørn­una og Neistan, og máttu teir báðir tískil melda avboð til hesa finaluna.
Eftir at vera komin fyri seg eftir skaðan, hava teir tó fingið aðrar altjóða uppgávur. Fyrst í hesum mánaðinum dømdu teir HSV Hamburg og HCM Constanta, so sigast má, at teir nú døma fast á høgum altjóða støði.