Eyðun og Andreas fingið stóra uppgávu

Føroyska altjóða dómaraparið hevur nevnliga fingið boð um, at teir skulu stýra dystinum, tá Ísland tann 22. mars spælir á heimavølli móti Estlandi.

 

Áður hava teir báðir dømt áttandaparsfinalu hjá kvinnum í EHF-Cup, men tað er einki at ivast í, at talan er um størstu altjóða avbjóðing teirra higartil, nú teir skulu døma dyst hjá íslendsku hondbóltsharrunum.