Eyðun og Andreas døma finaluna

9. februar verða steypafinalurnar í hondbólti spældar. Liðini til dystirnar vórðu funnin í gjár, og nú er so greitt, hvørjir dómararnir til dystirnar verða.

 

Kvinnufinaluna, sum er millum Stjørnuna og Kyndil, skulu Kári Hansen og Sámal Paulason døma.

Bæði Kári og Sámal hava drúgvar royndir sum dómarar í føroyskum hondbólti og hava verið fast dómarapar seinastu tvey kappingarárini. Hetta er triða ferðin at Kári Hansen dømir eina steypafinalu. Hjá Sámali er hetta onnur steypafinalan.

 

Mansfinalan millum StÍF og Kyndil skal stýrast av altjóða dómaraparinum, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen.

Eyðun og Andreas heva eisini drúgvar royndir sum dómarar, og hava teir verið makkarar síðani 2004. Í 2005 sluppu teir at royna seg í europiskum høpi, eftir at teir gjørdust altjóða dómarapar. Seinastu trý árini hava teir dømt steypafinalu. Eina ferð hjá kvinnum og tvær ferðir hjá monnum.