Eyðun Nolsøe í Rex

Fríggjakvøldið fer Eyðun Nolsøe at spæla unplugged á Rex og aftaná diskotek

Tey, ið ikki fara á Summarfestival, men eru stødd í Havn, kunnu fríggjakvøldið njóta góðan tónleik í Rex.
 Eyðun Nolsøe fer at spæla unplugged á Rex nú fríggjakvøldið, og er hetta eitt gott høvi hjá teimum, ið ikki fara á festival um vikuskiftið, at hoyra hendan framúrskarandi tónleikara í Havn.

Rex letur upp kl.23.00 og fer Eyðun á pallin 3 ferð til kl.02.00. Ímeðan og aftaná fer Tummas Gudmundsen úr "15 teimun bestu" í ÚF at verða Dj. Hann fer at spæla góðan gamlan 80 ára tónleika, blandaðan við nýggjum tónleiki.