Eyðun Nolsøe á Jóansøkufestivalinum

Í gjár kunngjørdi Jóansøkufestivalurin, at Jack Petersen var nýggjasti navnið á festivalinum, og í dag er enn eitt nýtt navn kunngjørt.

Nýggjasta navnið er Eyðun Nolsøe, sum herfyri gav út fløguna „So nógvar røddir”, ið hevur klárað seg væl á 15 teimum bestu. Eyðun hevur verið við í mong ár og hevur smíðað eitt ótal av hittum og fleiri teirra eru fólkaogn. Á Jóansøkufestivalinum fer Eyðun á pallin við góðari manning, nevniliga Arnold Ludvig á bass, Rógvi á Rógvi á trummur, Pætur við Keldu á klaver og Leivur Thomsen á guitar.