Eyðun nærkast toppinum

Nýggja fløgan hjá Eyðun Nolsøe kom út fyri stuttum, og nú ger Eyðun um seg á 15 teimum bestu. Lagið Hvønn dag, kom hesa vikuna beint inn á øðrum pláss á almenna føroyska hittlistanum.

Einans Páll Finnur Páll og lagið Mín russiski vinur hevur fingið fleiri atkvøður enn Eyðun hesa vikuna. Páll Finnur Páll megna sostatt at standa fastir í ovastu rók enn eina viku. Listin er á tremur við føroyskum tónleiki. Løgini í sangskrivarakappingini hjá AME hava fingið lov at royna seg, og fleiri av hesum eru komin inn á listan. Lagið Drain Me hjá Rannvá Jacobsen og Angu liggur á fjórða plássi, beint frammanfyri vinnaralagið í kappingini Grát ei við Eivør.

Boys In A Band, ið vunnu hjørtuni á útlendsku gestunum á AME, hava eisini vunnið føroysk hjørtu, bólkurin hevur ikki færri enn tvey løg á listanum, Super Contagious á sjeynda plássi og Secrets To Conceal á áttanda. Lagið hjá Vespu við Jens L. Thomsen og øðrum, ið vann annað pláss í kappingini hjá AME, Fjøllini standa úti, er somuleiðis á listanum á tólvta plássi.

Sic hava ligið ovast á 15 teimum bestu við lagnum To Dare To Risk To Regret, men hesa vikuna er lagið dottið niður á níggjunda pláss.