Eyðun Samuelsen, sum dømdi dystin frá byrjan saman við Andreasi F. Hansen, noyddist brádliga at geva skarvin yvir, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin í triðja finaludystinum millum Stjørnuna og Neistan. Hann varð skaddur.
Tað kendist sum, at onkur sparkaði meg. Eg snaraði mær á, men har var eingin, sigur hann um hendingina.
Andreas F. Hansen var einsamallur dómari seinastu 10 minuttirnar í seinna hálvleiki. Karsten Joensen hjálpti honum eftir steðgin.
- Andreas hevur rós uppiborið. Hann dømdi væl, sigur Eyðun Samuelsen.










