Eyðun í Listaskálanum

Nítjan málningar og umleið fimmtan vatnmálningar eru við á framsýningini hjá Eyðuni av Reyni, sum letur upp í Listaskálanum klokkan 17 í morgin

Tað er talan um bæði stórar og smáar málningar, sum listamálarin Eyðun av Reyni sýnir fram í Listaskálanum.

Málningarnir eru 19 í tali, hin størsti heilar tvær ferðir tríggjar metrar í vídd. Málningarnir eru allir málaðir í ár, men tó er onkur av vatnmálningunum frá í fjør og fyrraárið.

Eyðun av Reyni er listamaður burtur av, og tók útbúgving innan yrkið, frá 1971 fram til 1978. Heimaftur komin starvaðist hann í Svimjihøllini í Havn fram til 1996, tá hann fór at mála burtur av.

Hann hevur vanliga einar tríggjar fýra framsýningar um árið, og sýnir fram fleiri staðir, bæði í Íslandi, Danmark og Føroyum.

Íslendarar sýna stóran áhuga fyri føroyskari list, og eg hevði eina framsýning har í november mánaði, sigur Eyðun av Reyni.

Eisini í Føroyum ferðast hann runt við sínum málningum, eitt nú í Leikalund í Klaksvík og í Ribarhus í Fuglafirði.

Í sambandi við framsýningina í Listaskálanum kemur eisini ein bók út, sum Aðalsteinn Ingólfsson hevur skrivað, og sum Listasavn Føroya gevur út. Bókin inniheldur eina røð av málningum hjá Eyðuni av Reyni, bæði nýggjar og gamlar.

Framsýningin letur sum nevnt upp klokkan 17 í morgin og verður opin fram til 1. februar.