Klokkan 16 í dag letur málningaframsýning upp í nýggju forhøllini í Kringvarpinum.
Tað er Eyðun av Reyni, sum vísir fram sekstan málningar. Talan er um málningar við grovum strokum og sterkum litum, har landsløg og bygdaløg hómast í spennandi litspæli. Eyðun hevur málað hesar málningarnar í 2018 og 2019.
Tá ið framsýningin letur upp í dag klokkan 16 fer nýútbúni listfrøðingurin Dagmar M. Winther at greiða frá um listina hjá Eyðuni av Reyni, og Lea Kampmann fer at syngja og spæla egin løg.
Hetta er fyrsta málningaframsýningin í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Framsýningin er opin gerandisdagar frá klokkan 9 til klokkan 18 og leygardagar frá klokkan 10 til 14.
Framsýningin er opin til 31. mars.