Eyðun á høkjum

Tíggju minuttir fyri leiklok noyddist Eyðun Klakstein hjá KÍ av vøllinum. Veteranurin ´, sum í ár hevur verið fastur á annars óvanda vinstra bakkinum, var offur fyri eini ógvusligari tackling frá Knút Vesturtún. Úrslitið var ein ferð á skaðastovuna, har tað varð staðfest, at talan er um ein liðbandsskaða.
Spurdur, hvussu leingi hann roknar við at vera burturfrá, sigur Eyðun, at talan helst verður um hampuliga drúgva tíð.
- Eg havi havt líknandi skaðar fyrr, og tá hevur talan gjarna verið um einar seks vikur, so fyribils verið eg í øllum førum ikki á vøllinum.